Føroyskar veðurforsagnir frá 1. november

12.08.2021 - 19:35
InnlendisPolitikkur
Føroyskar veðurforsagnir frá 1. november
1. november yvirtekur Veðurstova Føroya fimmdaga-verðurforsagnirnar frá danska veðurstovninum, DMI. Sostatt er virksemið hjá føroysku veðurstovuni byrjað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / Savsmynd  

Ætlanin er, at Veðurstova Føroya (VF) fer at yvirtaka 5-daga veðurforsagnir frá DMI frá 1. nov. 2021.

Fyrst fer VF at gera forsagnirnar gerandisdagar, meðan DMI ger forsagnirnar um kvøldið og næturnar, og so eisini í vikuskiftunum. 

Frá 1. desember er ætlanin at yvirtaka 24-tíma forsøgnina fyri bæði land og havleiðir um dagin gerandisdagar.

Ætlanin er at Veðurstova Føroya fer at senda føroyskar veðurvánir til Kringvarp Føroya og MRCC, og so forsagnir á donskum verða senda til DMI, har tær verða lagdar á dmi.dk.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ ALIX RASMUSSEN, VEÐURFRØÐING, SUM ER FORMAÐUR Í VEÐURMENNINGARBÓLKINUM.

 

SÍ EISNI MYNDAREPORTASJUNA: EIN VEÐURBALLÓN VERÐUR SEND AVSTAÐ

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424