VÍF einki lið í bestu kvinnudeildini í hondbólti

13.08.2021 - 16:18
ÍtrótturHondbóltur
VÍF einki lið í bestu kvinnudeildini í hondbólti
Tað er ikki eydnast VÍF at manna eitt kvinnulið, og tær fáu, ið eru eftir, fara úr hondbóltsbygdini miklu, Vestmanna, og fara ístaðin at spæla við EB

VÍF fer ikki at hava nakað lið í bestu kvinnudeildini í hondbólti í vetur.

Tað er ikki eydnast at manna lið, og tær fáu, ið eru eftir, fara ístaðin at spæla við EB.

Sigur Magnus Debes Madsen, nevndarlimur í VÍF. Nú er tað eydnast nevndini at finna eina loysn, og hon er at spælararnir fara at spæla við EB, sum nú fyri fyrstu ferð í 29 ár aftur er í bestu kvinnudeildini í hondbólti.

Agnas Olsen, ein av stuðulsleikarunum í bestu kvinnudeildini hjá VÍF er spent til nýggju avbjóðingina.

17 leikarar eru úr EB og sjey úr VÍF. Íslendingurin, Kristinn Guðmundsson, skal standa á odda fyri samansetta liðnum. Hann hevur drúgvar royndir í bestu íslensku deildini og hevur vunnið fleiri meistaraheiti.

Vestmanna er kend sum ein hondbóltsbygd burturav, og Magnus heldur tað vera løgið, at bygdin ikki megnar at manna lið í ár.

VÍF hevur einaferð áður staðið í støðuni, at tær ikki kláraðu at manna lið. Í 2011 samstarvaðu tær við Tjaldur, og tá at liðið Tjaldur/VÍF.

HOYR INNSLAGIÐ Í TÍÐINDUNUM. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558