Ætlaði at fara til Tokyo at samráðast um limaskap

14.08.2021 - 11:32
Ítróttur
Ætlaði at fara til Tokyo at samráðast um limaskap
Løgmaður hevur framvegis vónir um, at føroysk ítróttafólk kunnu kappast undir Merkinum á olympisku leikunum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevði ætlanir um at fara til Tokyo at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í altjóða olympisku nevndini.

Hóast korona gjørdi, at hetta varð av ongum, hevur løgmaður framvegis vón um, at tað fer at ber til at vinna Føroyum limaskap í olympisku nevndini, soleiðis at føroysk ítróttarfólk kunnu kappast til OL undir Merkinum.

Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir á danska hondbóltslandsliðnum, vann silvurmerki á olympisku leikunum í Tokyo.

Sverri Sandberg Nielsen er eitt av føroysku ítróttafólkunum, sum hevur kappast í OL undir donskum flaggi. Hann gjørdist akkurát ov stuttur at vinna bronsumerki í Tokyo.
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891