Danir lova verjuskip næstu mánaðirnar

Danir lova verjuskip næstu mánaðirnar
- Í minsta lagi eitt danskt verjuskip fer at vera í føroyskum sjóøki, til Brimil ella Tjaldrið eru umvældir. 
Bárðr á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.08.2026 - 18:26

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrsimaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum hevur gjørt avtalu við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus, um tað.

Brimil er á langtíðar viðlíkahaldi og verður ikki klárur aftur fyrr enn hálvan oktober. Tjaldrið fekk maskinbrek herfyri og eykalutir eru ikki at fáa til skipið.

Síðstu vikuna hava vit hoyrt fleiri ferðir um føroysk skip og bátar, ið hava havt tørv á hjálp, men einki vaktarskip hevur verið at hjálp. Í staðin hava aðrir bátar og Rescue Lív, arbeiðsbáturin á Tjaldrinum, Rescue Ziska og Rescue Jens verið úti og hjálpt.

Og í gjár mátti Polarhav sleipa Stjørnuna til lands, tá ið Stjørnan fekk maskinbrek norðanfyri. Skiparin á Stjørnuni Olivar Krossgil   segði soleiðis við Dag og viku í gjárkvøldið um støðuna.

Bárður á Steig Nielsen er ikki nøgdur við støðuna, man hann fegnast um at avtala er fingið við Danmark um at hava sjóverjuskip her, til Brimil ella Tjaldrið eru klárir aftur.
 

1829476


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891