Smoltstøðin á Strond hevur ov lítið vatn

23.08.2021 - 18:00
InnlendisVinna
Smoltstøðin á Strond hevur ov lítið vatn
Í fleiri dagar hevur verið neyðugt at koyra vatn av Eiði til smoltstøðina
Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond
Mynd: Bakkafrost  

Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond hevur ikki nóg mikið av vatni, og tí hava tangabilar í fleiri dagar koyrt vatn av Eiði til smoltstøðina.

Orsøkin er, at felagið upp undir summarið gjørdi av at tetta eina vatngoymslu, sum lak, og síðani hevur verið turt.

Trupulleikin loysir seg av sær sjálvum, tá tað fer at regna, sigur Rúni Olsen, leiðari fyri alingina hjá Bakkafrost á landi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786