Landsstýrismaðurin ósamdur við TAKS um ferðastuðul

25.08.2021 - 15:48
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismaðurin ósamdur við TAKS um ferðastuðul
Tulkingin hjá TAKS ger, at landið stuðlar fólki til ikki at brúka Eysturoyartunnilin, sigur Jørgen Niclasen
Eysturoyartunnilin er stytsta leið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

- Stytsta leið er stytsta leið!

So greiður er landstýrismaðurin í fíggjarmálum, eftir at stjórin á Taks í gjár segði, at møguleiki er at tulka lógina um ferðastuðul soleiðis, at tey, sum brúka gomlu farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina, eisini kunnu fáa ferðastuðul.

Jørgen Niclasen er púra ósamdur og sigur, at tulkingin ger, at landið stuðlar fólki til ikki at brúka Eysturoyartunnilin. Hann ætlar sær í tingið við málinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindnum klokkan 18.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457