Koronupassið liðugt - bíða eftir seinastu góðkenningini

26.08.2021 - 13:34
InnlendisHeilsa
Koronupassið liðugt - bíða eftir seinastu góðkenningini
Tá talgilda koronupassið er klárt, kann tað takast niður á telefonina ókeypis
Steinar Eirikstoft er forstjóri í sjúkrahúsverkinum.

Sjúkrahúsverkið hevur í fleiri mánaðir arbeitt við at menna eitt talgilt koronupass til teirra, ið eru koppsett.

Koronupassið verður galdandi í øllum ES-londum, og bíðað verður nú eftir seinastu góðkenningini.

Sum er, fáa fólk, sum eru liðugt koppsett, eitt skjal, sum vísir, at tey eru koppsett.

Men tá talgilda koronupassið er klárt, kunnu øll, sum vilja, taka passið niður á telefonina ókeypis.

Hoyr samrøðu við Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum, í útvarpstíðindunum. 

Fólk, sum eru liðugt koppsett, kunnu taka koronupassið niður á telefonini. (Savnsmynd)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006