Ferðavinnan: Summarið hevur verið á einari leið

31.08.2021 - 17:45
InnlendisVinna
Ferðavinnan: Summarið hevur verið á einari leið
Roknað verður við munandi betri úrsliti næsta ár
Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands.

Hjá ferðavinnuni var summarið á einari leið, men tað hevur ikki roynst so væl, sum gongdin var fyri koronu.

Men ferðavinnan væntar betri úrslit í 2022.

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faro Islands.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at ongantíð hava so nógv fólk gist í Føroyum sum í juli. Tey vóru 31.300, sum er besti mánaður yvirhøvur.

Fleiri orsøkir vóru til tað, sigur Guðrið Højgaard.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

Juli var besti mánaður yvirhøvur til gisting á gistingarhúsunum í Føroyum.
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659