Ikki fleiri vindmyllur í ár

23.09.2021 - 14:21
Innlendis›Samfelag
Ikki fleiri vindmyllur í ár
Landsstýrismaðurin í orkumálum heldur kortini, at tað ber til at røkka málinum um varandi orkukeldur í 2030
Fleiri vindmyllur koma ikki upp í ár.

- Tað er ikki nóg gott, men tað hevur sínar orsøkir, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orku og vinnumálum, nú heldur eingin nýggj vindmyllulund kemur upp í ár.

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hartaði í gjár bæði sín undanfarna og núverandi partamann í landsstýrinum fyri, at tað gongur alt ov seint hjá tí almenna at leggja um til grøna orku.
Privata vinnulívið er frammanfyri, og fyrradagin boðaðu 12 fyritøkur frá, at tær fara at minka vakstrarhúsútlátið niður í helvt í 2030.

Magnus Rasmussen heldur tó, at til ber at røkkamálinum um, at øll orka skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Magnus Rasmussen er landsstýrismaður í orku- og vinnumálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026