Dagpeningaskipanin fevnir ikki um foreldur í sóttarhaldi

05.10.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Dagpeningaskipanin fevnir ikki um foreldur í sóttarhaldi
Landsstýriskvinnan í almannamálum skilir atfinningarnar, men tá skipanin var tillagað, var støðan øðrvísi enn í dag
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Løgtingið samtykti í fjør eina tíðaravmarkaða broyting í sjúkradagpeningalógini, um at dagpeningaskipanin í avmarkaðum tíðarskeiði varð víðkað til at fevna um tilmæld sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og størri møguleikar til sjálvstøðug vinnurekandi at fáa útgjald.

Men skipanin fevnir ikki um foreldur, ið eru noydd at vera heima við børnum, ið eru send í sóttarhald. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hon skilir atfinningarnar, men tá skipanin var tillagað, var støðan øðrvísi enn í dag.

Hon vónar, at ein nýggj skipan verður klár í næstum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 
 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040