Sera dálkandi at brenna seyðaskinn og vembur

11.10.2021 - 12:10
Innlendis›Umhvørvi
Sera dálkandi at brenna seyðaskinn og vembur
Vemburnar mugu tømast, áðrenn tær verða latnar IRF at brenna, sigur Sjúrður Ferjá, umhvørvisleiðari hjá IRF

Sjúrður Ferjá, umhvørvisleiðari í IRF, vísir í samrøðu við útvarpið á, at tað hevur keðiligar avleiðingar við sær, um fólk ikki tøma vemburnar, áðrenn tær verða latnar IRF at brenna.

"Fullar vembur eru sera ótespiligar at fáast við hjá okkara starvsfólkum, og so ger vátt tilfar, at hitin í ovninum, sum vanliga er 1000 stig, lækkar. Fer hitin niður á eitt nú 850 stig, so viðførir tað dálkandi útlát í roykinum."

Tað er tó ikki bert vemburnar, ið eru ein trupulleiki hjá IRF. Seyðaskinn eru eisini trupul at brenna. Sjúrður Ferjá fegnast tó um, at fleiri møguleikar nú eru at endurnýta skinnini.

LES VEGLEIÐINGIN UM BURTURKAST FRÁ SLAKTINGUM  HJÁ IRF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213