Landsbankastjórin: Takið rentustuðulin av

12.10.2021 - 11:27
InnlendisSamfelag
Landsbankastjórin: Takið rentustuðulin av
Malan Johansen heldur, at verður stuðulin tikin av í stigum, fer vøksturin í sethúsaprísinum at minka
Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum

Tíðin er búgvin at avtaka rentustuðulin. 

Tað segði Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, tá hon var gestur í Breddanum fyrrapartin. 

Tað var í sambandi við trýstið á bústaðarmarknaðinum, at stjórin í Landsbankanum mælti til at gera broytingar í rentustuðlinum. Eitt trýst, sum er íkomið, tí eftirspurningurin eftir bústøðum er nógv størri enn útboðið. 

Landsbankastjórin heldur, at beinleiðis avleiðingin av eini slíkari broyting hevði verið, at prísvøksturin í sethúsaprísum verður tálmaður.

Hoyr brot úr Breddanum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

Øll sendingin kann hoyrast her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270