Vegurin skal gagna øllum landinum

13.10.2021 - 15:02
InnlendisSamfelag
Vegurin skal gagna øllum landinum
Stjórin í Landsverki og formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð eru ósamdir um, hvussu innkomuvegurin til Havnar verður brúktur
Stjórin í Landsverki vil vera við, at innkomuvegurin til Havnar bindur býarpartar í kommununi saman, og lagt verður ikki upp fyri landsferðsluni.

Landsverk heldur, at vandi er fyri, at Tórshavnar kommuna fær fullan ræðisrætt á innkomuvegnum til Havnar.

Talan verður um ein veg, sum bindur býarpartar í Havn saman, og lagt verður ikki upp fyri landsferðsluni, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, vísir hesum aftur.

Hann sigur, at kommunan leggur stóran dent á, at vegurin skal vera til gagns fyri allar borgarar í landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Tróndur Sigurðsson er formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV