Veit einki um, at stjórin er settur undir umsiting

15.10.2021 - 13:31
Innlendis›Politikkur
Veit einki um, at stjórin er settur undir umsiting
Landsstýriskvinnan vil ikki siga, um hon er nøgd við støðuna í Bústøðum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum veit einki um, at stýrið fyri Bústaðir hevur sett stjóran í Bústøðum, Andras Róin, undir umsiting.

Tað vakti ans í gjár, tá tað kom fram, at stýrið hevði samtykt nýggja starvsskipan fyri Bústaðir, ið ger, at stjórin hvørki sleppur at tosa við miðlar, ella at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, stýrisformanni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vil ikki siga, um hon er nøgd við støðuna í Bústøðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860