Eingin mannagongd at handfara battarí í elbilum

Eingin mannagongd at handfara battarí í elbilum
Ivi er um, hvør skal rinda fyri at taka battarí úr bilum og senda tey til endurnýtslu. Tørvur er á kunngerð á økinum, siga tey á Kommunalu Brennistøðini í Havn
Battarí til elbiI. Ivi er um, hvør skal rinda fyri arbeiðið, tá battaríið skal takast úr elbilum.
Mynd: Mynd: Bilasølan  
 
11.06.2024 - 13:21

Eingin mannagongd er, hvussu battarí í elbilum skulu handfarast.

Allir elbilar verða tiknir inn á Kommunalu Brennistøðina í Havn, men hvør skal rinda fyri at taka battaríini úr bilinum og senda tey til endurnýtslu, er ikki greitt.

- Tørvur er á einari kunngerð á økinum, segði Beinta Højgaard Thomsen, umhvørvisfólk a Kommunalu Brennistøðini, í Breddanum fyrrapartin:

 

10062024_Beinta_1

 

Beinta Højgaard Thomsen.

 

Ivi er um, hvør skal rinda fyri arbeiðið, tá battaríið skal takast úr elbilum: 

 

11062024_Beinta_2

 

Maria Gunnleivsdóttir Hansen


Maria Gunnleivsdóttir Hansen á deildini VERND á Umhvørvisstovuni sigur, at ein verkætlan er júst liðug, sum lýsir økið.

Tey koma við tilmæli til politiska myndugleikan skjótt, sum helst fer at áseta, at tað er innflytarin av elbilinum, sum hevur ábyrgdina av at taka battaríið úr bilinum, og senda tað til endurvinningar. 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at tey arbeiða við eini kunngerð, sum skipar økið.

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 

Umvælt eldri battarí, sum er 10 ára gamalt. (Mynd: Bilasølan)
Modul í battaríi til elbil, sum skal til endurnýtslu. (Mynd: Bilasølan)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655