Stríðið í Bústøðum kann noyða fleiri fólk at fara frá

21.10.2021 - 13:06
InnlendisPolitikkur
Stríðið í Bústøðum kann noyða fleiri fólk at fara frá
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, gjørdi viðmerkingar til málið í Breddanum
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, var viðmerkjari í Breddanum fyrrapartin.

Tað er ikki óhugsandi, at bæði landsstýriskvinnan í almannamálum, stýrisformaðurin í Bústøðum og stjórin í Bústøðum noyðast at fara frá, í kjalarvørrinum av rokinum í almenna bústaðarfelagnum.

Tað sigur Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, sum var viðmerkjari í Breddanum fyrrapartin.

Málið um Bústaðir kemur væl við hjá andstøðuni, men sera illa við hjá samgonguni, heldur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709