Klára ikki at fiska makrelkvotuna í ár

26.10.2021 - 13:27
InnlendisVinna
Klára ikki at fiska makrelkvotuna í ár
Millum 70.000 og 80.000 tons eftir, og í løtuni er lítið at fáa, sigur skiparin á Høgabergi, Høgni Hansen
Høgaberg er eitt av uppsjóvarskipunum. Skiparin, Høgni Hansen, væntar ikki, at makrelkvotan verður fiskað í ár.

Føroysku skipini náa ikki at fiska nógv hækkaðu føroysku makrelkvotuna í ár.

Tað heldur Høgni Hansen, skipari á Høgabergi.

70 til 80.000 tons eru eftir at fiska, og lítið er at fáa.

Eingin fiskirættindaavtala er við Bretland í ár, og tí sleppa føroysku uppsjóvarskipini ikki at fylgja makrelinum inn í bretskan sjógv, sum tey hava gjørt seinastu árini, tá avtala var við ES.

Og tað er ein trupulleiki hjá uppsjóvarflotanum, at eingin avtala er við Bretland, sigur Høgni Hansen, skipari á Høgabergi

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945