Trupulleikin í Bústøðum stingur djúpri enn persónsstríðið

27.10.2021 - 12:12
InnlendisSamfelag
Trupulleikin í Bústøðum stingur djúpri enn persónsstríðið
Tað heldur Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Christian Andreasen, tingbólkaformaður fyri Fólkaflokkin, heldur at umskipaða stýrið nú skal prógva sítt virði

Eftir at Stýrið fyri Bústaðir hevur ligið í andaleypi í hálvt ár, er politiska skipanin ótolin eftir at síggja úrslit. Tað sigur Christian Andreasen, tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum, eftir at stýrið hevur umskipað seg.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, óttast, at trupulleikin við Bústøðum stingur munandi djúpri enn at hann kann loysast við at tvey fólk í stýrinum býta um sess. 

-Trupulleikin stingur heilt aftur til lógarbroytingina, ið samgongan trýsti niður yvir Bústaðir, sigur Ingilín D. Strøm. 

Sambært Christiani Andreasen var persónsstríðið millum fyrrverandi nevndarformann og stjóran á Bústøðum als ikki haldbart. Og nú er tolið um at vera uppi, sigur hann.

Ingilín Strøm og Christian Andreasen kjakaðust um støðuni í Bústøðum á Breddanum fyrrapartin. Sendingin er at finna HER.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860