Nú ber til at fáa triðja prikið í Havn

28.10.2021 - 13:33
Innlendis›Heilsa
Nú ber til at fáa triðja prikið í Havn
Fyribils verður koppsett triðju ferð við at støkka inn á koppsetingarstaðið
Nú ber til at fáa triðja prikið fyri koronu, fyribils bara við at støkka inn á koppsetingarstaðið.
Mynd: Heilsumálaráðið  

Leygardagin verður koppsetingin fyri koronu í Havn flutt niðan aftur í veitsluhøllina á Landssjúkrahúsinum.

Áhugin at verða koppsettur er vaksin, og nú triðja prikið er framskundað, er ikki pláss í bláa ambulatoriinum kortini.

Bókingarskipanin er ikki til reiðar til triðja prikið enn. Tí ber bara til fyribils at verða koppsettur triðju ferð við at støkka inn á koppsetingarstaðið, sum er veitsluhøllin. Neyðugt er ikki at biðja um tíð til triðja prikið frammanundan.

Hetta verður leygardagin og sunnudagin - nærri tíðir verða lýstar seinni.

Tey, ið vilja hava fyrsta ella annað prik, kunnu bóka sær tíð.

Bara tey, ið hava fingið seinna prikið fyri hálvum sjeynda mánaði síðani, kunnu fáa triðja prikið.

Støkk inn-koppseting verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin frá kl 16.30 til 17.00.

Í Suðuroy verður lýst so hvørt, sambært heimasíðuni corona.fo

Hoyr samrøðu við Tummas í Garði, sum læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, í útvarpstíðindunum.

Tummas í Garði er læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655