Landslæknin mælir til at brúka koronupass í samfelagnum

29.10.2021 - 13:26
InnlendisHeilsa
Landslæknin mælir til at brúka koronupass í samfelagnum
Landsstýrið hevur ikki tikið støðu til spurningin, sum framvegis er til viðgerðar
Farsóttarnevndin og landslæknin mæla til at brúka koronupassið í samfelagnum, tí tað kann tryggja eitt nærum vanligt lív hjá mongum.

Koronusmittan í Føroyum í løtuni setur evropeiskt met, og landslæknin mælir til, at koronupassið verður brúkt í samfelagnum.

Í Danmark hevur koronupassið verið brúkt, soleiðis at fólk skuldu hava antin eina koppseting ella eina negativa koronuroynd fyri at sleppa inn á matstovur, til konsertir og annað.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at spurningurin verður viðgjørdur í landsstýrinum, men støða er ikki tikin enn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290