Vánaligasta upsaárið higartil

29.10.2021 - 13:05
InnlendisVinna
Vánaligasta upsaárið higartil
Havstovan væntar, at í ár verða ikki fiskað meira enn 15.700 tons av upsa
Upsafiskiskapurin hevur ikki verið so vánaligur síðani fyrst í sekstiárunum.
Mynd: Savnsmynd  

Ongantíð hevur fiskiskapurin eftir upsa verið so vánaligur sum nú. 

Hagtøl hjá Vørn vísa, at higartil eru landað 13.600 tons av upsa, og Havstovan metir, at tá árið er av, eru fiskað tilsamans 15.700 tons.

Vit skulu heilt aftur til fyrst í sekstiárini at finna minni upsafiskiskap í einum ári.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, heldur, at ymsar orsøkir eru til, at fiskiskapurin er minkaður so nógv.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Petur Steingrund er fiskifrøðingur á Havstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097