Serfrøðingur: Landsstýrið hevur ongan langtíðarætlan fyri at basa koronu

bannari
05.11.2021 - 12:39
Innlendis›Heilsa
Serfrøðingur: Landsstýrið hevur ongan langtíðarætlan fyri at basa koronu
Shain Gaini, lektari í infektiónsmedisini á Setrinum, heldur, at landsstýrið manglar eina ætlan fyri, hvussu korona skal basast

Í gjár helt løgmaður tíðindafund saman við Lars Fodgaard Møller, landslækna, og Michael Boolsen, fúta og formanni í Farsóttarnevndini.

Shahin Gaini, lektari í infektiónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at landslæknin og formaðurin í farsóttarnevndini hava eina langtíðarætlan fyri, hvussu koronasmittan skal handfarast, men tað hevur landsstýrið ikki.

Eina langtíðarætlan mugu vit hava, skulu vit koma væl ígjøgnum farsóttina, heldur hann. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í Degi og Viku í gjár, at orsøkin til at hann ikki heldur at vit skulu brúka koronupass er, at vit smitta eisini um vit eru koppsett. 

"Men endamálið eigur at vera at halda smittuni niðri eina tíð, til hon er minni vandamikil," sigur Shahin Gaini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213