Klaksvíkar kommuna verður fíggjarliga skerd næstu árini

19.11.2021 - 17:36
Innlendis›Politikkur
Klaksvíkar kommuna verður fíggjarliga skerd næstu árini
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu næsta ár fer at hava slakar 19 mió. kr. í halli
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fíggjarstøðan í Klaksvíkar kommunu hevur við sær, at farið verður ikki undir nakrar stórvegs ætlanir næstu árini.

Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu næsta ár fer at hava slakar 19 mió. kr. í halli.

Tað varð samtykt í gjárkvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2022 var endaliga avgreidd.

Men hóast nógvar verkætlanir eru í gongd, sum kosta nógv, er betri at gera tað liðugt, heldur enn at steðga á, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Tað merkir samstundis, at lítið og onki nýtt verður sett í gongd næstu árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025