Ingilín D. Strøm: Svarið elvir til fleiri illgitingar

23.11.2021 - 10:12
InnlendisPolitikkur
Ingilín D. Strøm: Svarið elvir til fleiri illgitingar
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at koppseting og sóttarhald eru persónlig viðurskifti
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, sigur, at tað hevur almennan áhuga, um landsstýrið virðir síni egnu tilmæli.

- Tað hevur almennum áhuga, um landsstýrið virðir síni egnu tilmæli.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki vil svara, um hann er koppsettur fyri koronu.

Ingilín D. Strøm spurdi í grein 52-spurningi, um Jenis av Rana er koppsettur fyri koronu, og um hann hevði verið í brúdleypi, har tíggjutals fólk vórðu smittað.

Men í svarinum til spurningin, sigur landsstýrismaðurin, at talan er um persónlig viðurskifti.

- Svarið hjá landsstýrismanninum elvir til fleiri illgitingar, sigur Ingilín D. Strøm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at koppseting og sóttarhald eru privat viðurskifti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763