- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja frábrigdið elvir til mildari og øðrvísi sjúkugongd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/korona_tidindafundur_i_kvf-9.jpg?itok=Xzw9HEmF)
"Ábendingar eru um, at nýggja koronufrábrigdið Omikron smittar verri, men elvir til mildari sjúkugongd."
Tað sigur Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og limur í farsóttarnevndini.
Tveir tilburðir av nýggja koronu-frábriginum - Omikron - eru staðfestir í Danmark.
Kom til Evropa fríggjadagin
Nýggja frábridgið var staðfest fyrstu ferð mikudagin í síðstu viku í Suðurafrika, og fríggjadagin í Evropa.
Hóast frábrigdið er sera nýtt, so eru ábendingar um, at Omikron smittar verri, sigur Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og limur í farsóttarnevndini.
Sambært yvirlæknanum, so elvir Omikron til eina mildari og øðrvisi sjúkugongd.
Her heima verður eisini fylgt væl við nýggja frábrigdinum, sigur Bjarni á Steig.
Tak niður
Sí eisini