Eysturoyartunnilin: Pendlarar skulu gjalda minni

06.12.2021 - 12:56
InnlendisPolitikkur
Eysturoyartunnilin: Pendlarar skulu gjalda minni
Landsstýrið væntar at rinda 37 mió. kr. næsta ár í veðhaldi til Eysturoyartunnilin, tí ferðslan er minni enn væntað
Ferðslan í Eysturoyartunlinum er ov lítil, men nú verður arbeitt við einari skipan, sum skal gera tað bíligari hjá pendlarum at brúka tunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tey, sum brúka Eysturoyartunnilin ofta, fáa væntandi bíligari tunnilsgjald í staðin fyri ferðaendurgjald.

Tað ætlar landsstýrið, sum í næstum kemur í tingið við einum uppskoti um pendlaraskipan, ið skal fáa fleiri at koyra í tunlinum.

Gongdin er tann, at fá brúka Eysturoyartunnilin fleiri ferðir um mánaðin, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687