Útflutningsvirðið skal hækka upp í 11 mia. kr.

07.12.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Útflutningsvirðið skal hækka upp í 11 mia. kr.
Havbólkurin handaði í dag Vakstrarforum frágreiðing um, hvussu hetta málið kann røkkast
Løgmaður setti Vakstrarforum í februar, sum skal arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í føroyska samfelagnum.
Mynd: Løgmansskrivstovan  

Útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal vaksa úr 7,7 milliardum krónum upp í 11 milliardir krónur fyri 2030.

Havbólkurin handaði í dag Vakstrarforum frágreiðing um, hvussu hetta málið kann røkkast.

Havbólkurin er arbeiðsbólkur undir Vakstrarforum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, setti á stovn í februar í ár.

Arbeiðsbólkurin mælir millum annað til at seta á stovn ein matvørudepil og at endurskoða og tillaga serskattin við endaliga avhending av fiskirættindum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Niels Winther hevur verið formaður í Havbólkinum undir Vakstrarforum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860