Stórt felli í alivinnuni: Triðihvør fiskur á smoltstøðunum doyr

23.12.2021 - 11:53
InnlendisVinna
Stórt felli í alivinnuni: Triðihvør fiskur á smoltstøðunum doyr
Einferð var fellið í føroysku alivinnuni eitt tað lægsta í heiminum. Nú er tað so nógv vaksið, at fellið er líka stórt sum í øðrum londum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Einaferð var fellið innan alivinnuna í Føroyum tað mista í heiminum. Nú doyr líka nógvur fiskur í Føroyum sum aðrastaðni
Mynd: Savnsmynd  

Fellið í føroysku alivinnuni er vaksið seinastu fýra til fimm árini, og frá at hava verið tað lægsta í heiminum, er fellið á sama stigi sum í øðrum londum.

Tað svimja umleið 20 milliónir laksar í ringunum, í fjør var fellið 3,9 milliónir fiskar, og higartil í ár hevur fellið verið 3,1 milliónir fiskar.

Tað stendur í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, til Beintu Løwe, tinglim.

Á smoltstøðunum er fellið eisini stórt, triðihvør fiskur doyr, og tað er nógv, sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við alivinnuni, og loyvini byggja á rakstrarætlanir, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816