Løgmaður: Tamarhald er á støðuni

29.12.2021 - 13:45
InnlendisHeilsa
Løgmaður: Tamarhald er á støðuni
Sjúkrahúsverkið er ikki undir so stórum trýsti av koronu beint nú, og støðan er eitt sindur øðrvísi nú, enn tá skipanin við ferðsluljósunum varð sett í gildi, sigur løgmaður
Løgmaður hevur ikki valt at herða koronutiltøkini, hóast smittutalið er omanfyri 75 í miðal
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Føroyar verða fyribils verandi á gula stiginum.

Hetta hóast at smittutølini síðstu dagarnar hava verið so mikið høg, at miðaltalið nú er komið upp um 75 fyri síðstu sjey dagarnar, sum annars skuldi merkt, at vit fóru upp á reyða stigið.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at sjúkrahúsverkið ikki er undir so stórum trýsti av koronu beint nú, og at støðan eisini er eitt sindur øðrvísi nú, enn tá skipanin við ferðsluljosunum varð sett í gildi.

Koronadeildin á LS
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112