Einki nýtt fongsul í Føroyum á hesum sinni

03.01.2022 - 13:47
InnlendisPolitikkur
Einki nýtt fongsul í Føroyum á hesum sinni
Danskir myndugleikar halda, at størri tørvur er at raðfesta kriminalforsorginina í Danmark
Líkt er til, at bygningurin í Mjørkadali verður varðhald og fongsul í mong ár aftrat.

Føroyar eru ikki við í stóru langtíðarætlanini fyri kriminalforsorgina hjá danska fólkatinginum, sum er galdandi frá í ár til 2025.

Hóast kanningar hava víst á tørvin á nýggjum fongsli í Føroyum, halda danskir myndugleikar, at størri tørvur er at raðfesta kriminalforsorgina í Danmark.

Eitt nýtt fongsul í Føroyum hevði farið við umleið einum fjórðingi av milliardini, sum er sett av.

Føroysku fólkatingsmenninir fara at hava fund við Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, um málið 14. januar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, fólkatingsmenn, skulu hava fund við Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, um fongsulsmálið 14. januar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726