Borgarstjórin: El-bussar verða dupult so dýrir

10.01.2022 - 12:52
InnlendisSamfelag
Borgarstjórin: El-bussar verða dupult so dýrir
Nýggjur sáttmáli skal gerast um busskoyringina í høvuðsstaðnum, men spurningurin er, um tað skulu vera diesel- ella el-bussar
Bussleiðin í Havn skal næstu árini hava nýggjar bussar, men spurningurin er, um teir skulu vera diesel- ella el-bussar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tórshavnar býráð ætlar at gera sáttmála við Gundurs Bussar um busskoyringina næstu mongu árini.

Brennandi spurningurin er, um býráðið skal gera sáttmála um diesel-bussar, sum eru í stríð við orkupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Ella um býráðið skal gera sáttmála um teir munandi dýrari - men samstundis grønari - el-bussarnar.

Tjóðveldi í býráðnum heldur tað vera burturvið at gera sáttmála um diesel-bussar.

Heðin Mortensen, borgarsjóri, sigur, at hetta er eisini ein fíggjarligur spurningur, tí el-bussar til Bussleiðina verða tvær ferðir dýrari enn diesel-bussar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590