Heilsuhjálparar: Land og kommunur mugu lyfta í felag

18.01.2022 - 11:51
InnlendisSamfelag
Heilsuhjálparar: Land og kommunur mugu lyfta í felag
Tað kostar 9,4 mió. kr., at geva heilsuhjálparum somu miðalløn, sum er í almenna geiranum, sigur felagið
Starvsfólkatrotið er so stórt, at á summum røktarheimum standa sengur tómar.

9,4 milliónir krónur.

Tað hevði tað kostað, um allir heilsuhjálparar fingu tað sama í mánaðarløn, sum miðallønin er í almenna geiranum, tvs. 29.000 krónur.

Miðallønin um mánaðin hjá Heilsuhjálparum er smáar 27.000 kr. Men næstan eingin arbeiðir fulla tíð.

Hóast samráðingar eru við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, so rópar Heilsuhjálparafelagið nú neyðarróp í Fíggjarmálaráðnum, tí felagið heldur støðuna vera so álvarsama, at landið og kommunurnar noyðast at lyfta í felag, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.

Sambært einari greining, sum Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt, er miðallønin hjá einum heilsuhjálpara 15.000 krónur um mánaðin.

Bert trý ella fýra prosent av limunum hjá Heilsuhjálparafelagnum arbeiða fulla tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Hon heldur, at støðan er so álvarsom, at land og kommunur mugu lyfta í felag, tá ið ræður um lønarviðurskiftini hjá heilsuhjálparum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976