Føroysk mentan undir trýsti

06.02.2022 - 15:46
Innlendis›Samfelag
Føroysk mentan undir trýsti
65 ára føðingardagur – í eini meting av støðuni hjá stovninum sigur kringvarpsstjórin, at tørvur er á mentanarligari tilbúgving, sum eitt nú skal tryggja føroyska málið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Stóra úrvalið av stroymingartænastum og ómakaleysa atgongdin til alnótina gevur Kringvarpinum avbjóðingar í leiklutinum sum savnandi mentanarberi í føroyska samfelagnum.
Tørvur er á eini mentanarligari tilbúgving. Tað heldur kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen.

Í morgin er freist at lata inn hoyringarsvar í sambandi við ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrismanninum í kringvarpslógini.
Hóast kringvarpsstjórin ikki vil inn á, hvat ítøkiliga stendur í svarinum frá Kringvarpinum, so sigur hann, at heilt stóra avbjóðingin hjá Kringvarpinum er at framtíðartryggja inntøkugrundarlagið fyri Kringvarpið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655