Føroyar uttanfyri verjuavtalu millum Danmark og USA

10.02.2022 - 18:07
Innlendis›Politikkur
Føroyar uttanfyri verjuavtalu millum Danmark og USA
"Tað var ongantíð uppá tal at Føroyar skuldu vera partur av nýggju verjuavtaluni millum Danmark og USA," staðfestir Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum
Danmark hevur gjørt eina nýggja verjuavtalu við USA, men hon fevnir ikki um Føroyar, sigur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum
Mynd: savnsmynd  

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði í dag frá, at Danmark fer í tættari verjusamstarv við USA.

Men Føroyar eru ikki partur av avtaluni, staðfesti hon.

Hetta endurtekur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. 

"Føroyar eru ikki partur av verjuavtaluni millum Danmark og USA, og tað var ongantíð uppá tal," sigur Jenis av Rana, sum var kunnaður um nýggju verjuavtaluna umvegis embætisverki í gjár.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053