LISA: Listafólk kenna seg svikin av landsstýrinum

20.02.2022 - 14:28
InnlendisVinna
LISA: Listafólk kenna seg svikin av landsstýrinum
- Summi listafólk hava mist stóran part av sínari ársinntøku, sigur Marita S. Dalsgaard, forkvinna í LISA.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Løgtingið skal í næstum viðgera hjálparpakkan til listafólk, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur borið í tingið. Hjálparpakkin er galdandi frá 9. desember 2021 til 31. januar 2022, og er hann áljóðandi 600.000 krónur. Men tað er ov lítið og ov stutt tíðarskeið, heldur Listafólkasamband Føroya, LISA. 

Sambært metingum hjá LISA, hevur listaøkið mist millum 3.9 milliónir og 4.3 milliónir krónur í mistum inntøkum, siðani seinasti hjálparpakki gekk út 1. mai 2021.

 

- Fyri summi listafólk hevur koronatíðin gjørt, at tey liva í sosialari neyð. Nógv hava mist stóran part av sínari ársinntøku, og tá skal man hugsa um, at ársinntøkan hjá listafólki frammanundan er í lægra endanum, sigur Marita S. Dalsgaard. 

 

Hon heitir tí á landsstýrið og løgtingið um at taka teirra neyðarróp til sín. 

 

- Eg vil innarliga heita á politikararnar, um at finna hasar pengarnar, sum skulu til, fyri at geva listafólk eina veruliga hjálpandi hond á tí fíggjarliga økinum, sigur hon. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221