PODDVARP: Flóttafólk til Føroya

bannari
03.03.2022 - 20:30
InnlendisSamfelag
PODDVARP: Flóttafólk til Føroya
Russiska innrásin í Ukraina hevur gjørt, at tað nú er undirtøka millum føroyingar fyri at taka flóttafólk til Føroya
Hugt verður nærri upp á avbjóðingina, sum Føroyar ganga ímóti, nú ætlanin er at taka flóttafólk til Føroya
Mynd: Ritzau / Scanpix  

Nýggjastu tølini frá ST siga, at yvir 1 millión fólk eru flýggjað úr Ukraina. ES heitir nú á limalondini um at brynja seg til fleiri milliónir flóttafólk. Poddurin var bandaður, áðrenn nýggjastu tølini yvir samlaða talið av flóttafólki vóru almenn. 

Barbara Holm, journalistur, hyggur nærri upp á avbjóðingina, nú bæði føroyingar og landsstýrið siga seg sinnað at taka móti flóttafólkum úr Ukraina.

Men hvat skal til, fyri at taka móti flóttafólki? Og hvussu gera vit í Føroyum, nú dyrnar verða latnar upp fyri flóttafólkum?

Tikið verður saman um støðuna í Ukraina og meiningarnar um flóttafólk í Føroyum.

Men tosað verður við Bárð Atlason Ísheim, dagliga leiðara í Reyða Krossi Føroyar, um avbjóðingina, at taka móti flóttafólki.

 

keldur: 

Danmarks Radio

Tv2 

CBS news

Al Jazeera

ABC News

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816