- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Um dagarnar fekk mogunsendingin ein fyrispurning um, hvørt vit høvdu hug at fáa orðið á ein borgarstjóra í lítlari kommunu í Ukraina.
Tað var Yair Sapir, sum vit tosaðu við herfyri, tí hann hevur umsett sangin, Lukkan er ei gullið, til fleiri smámál, ið sendi okkum fyrispurningin.
Ein kenningur hansara er 30 ára gamli Bogdan Kelichavyi, borgarstjóri í Kopychyntsi, ið er í Vesturukraina.
Bogdan Kelichavyi sigur, at býurin, har hann er borgarstjóri, leggur seg eftir at senda herfólk á hermótið og at taka ímóti ukrainum, sum eru flýddir úr býum og bygdum har í nánd.
Fólk í Kopychyntsi eru ørkymlað. Stór óvissa er um, hvussu leikur fer næstu dagarnar.
Tað at nógv nýtt fólk er komið til býin ger eisini, at orka má brúkast til at tryggja, at njósnarar ikki eru teirra millum.
Bogdan ásannar, at hann sum borgarstjóri hevur eina serliga ábyrgd fyri borgarunum í kommununi.
Fólk eru bangin og strongd, men øll vilja hjálpa, og tá er tað eg skal duga at geva teimum hóskandi uppgávur.
Í løtuni er russiski herurin nakrar hundrað kilometrar frá býnum, men tað, fólk her stúra mest fyri, er, at rakettir verða sendar yvir býin. Vit hava ongan møguleika at verja okkum, um tað skuldi hent, vísir borgarstjórin á.
Maria Tuzyk, kona borgarstjóran, sigur, at fólk eru farin úr býnum, men tað serstaka við Kopychyntsi er, at fleiri hundrað fólk eisini eru komin til býin. Tí royna vit at finna teimum bústað og geva teimum tað, teimum tørvar.
Tað er ilt at spáa um, hvat fer at henda næstu dagarnar, men tað er gott at síggja, at umheimurin stendur saman við okkum.
Russland kann ikki vinna hetta kríggið, er Bogdan sannførdur um.
Vónandi kunnu vit skjótt venda aftur til gerandisdagin í einum demokratiskum landi.
Tað er av stórum týdningi, at heimurin stendur saman við okkum og fær enda á innrásini, tí gera vit ikki tað í felag, so fer stýrið hjá Putin at gera tað sama við onnur lond.
Maria fegnast um, at Zelenskyy forseti veruliga hevur víst vegin, síðani kríggið byrjaði.
Í Ukraina taka øll undir við forsetanum. Vit bíða hvønn dag eftir at síggja hann á skíggjanum. Zelenskyy gevur okkum íblástur og dirvi til at halda fram við tí, vit stríðast fyri.
Einasti máti at koma víðari, er, at russar fara heim og at Ukraina sleppur at varðveita sítt land.
Vit hava framvegis eina vón um, at hetta kann loysast við samráðingum, siga Bogdan og Maria at enda.
