Øll nevndin í BankNordik skal skiftast út

06.03.2022 - 18:31
Innlendis
Øll nevndin í BankNordik skal skiftast út
Tað boðar bankin frá í einum nýggjum boðum til aðalfundin 25. mars.
Jóhanna Lava Køtlum hevur verið nevndarforkvinna í BankNordik í hálvt ár. Nú verður bæði hon og øll nevndin skift út.

Øll nevndin í BankNordik skal skiftast út.

Tað boðar bankin frá í einum nýggjum boðum til aðalfundin 25. mars.

Upprunaligu útmeldingin var, at nevndin fór at mæla til, at tveir av fimm nevndarlimum skuldu skiftast út á aðalfunidnum. Nýggir limir skuldu verða Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, og Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tusass, sum fyrr var Tele Grønland. 

Tey skuldu koma fyri Sverra Bjerkeli og Ben Arabo.

Men nú eru nýggj boð komin frá Bank Nordik um aðalfundin. Í teimum boðunum stendur, at fýra av høvuðseigarunum, Føroya Landsstýrið, Protector ASA, Tjaldur og Framherji mæla til, at øll nevndin verður skift út. 

Høvuðseigararnir mæla til, at aðalfundurin velur Birger Durhuus, Rúni Vang Poulsen, Marjun Eystberg, Biritu Sandberg Samuelsen og Kristian Reinert Davidsen, í nevndina í bankanum.

Haraftrat eru tvey fólk fyri starvsfólkini og eitt fyri samtakið í nevndini.

Í nýggju boðunum stendur eisini, at nevndin mælir til, at somu fimm fólk fara at manna nevndina.

Tí fara Jóhanna Lava Køtlum, sum er forkvinna, Jógvan Jespersen, næstformaður, og Michael Ahm, eisini at missa sínar nevndarsessir.

Jóhanna Lava Køtlum hevur verið í nevndini í eitt ár, og forkvinna í hálvt ár.

Jóhanna Lava Køtlum sigur, at fimti stóri eigarin, Lind Invest, væntandi eisini fer at atkvøða fyri uppskotinum.


Løgmaður onga viðmerking

Føroya Landsstýrið eigur ein triðing í BankNordik. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur seg ikki hava havt nakað við málið at gera, tí at tá ið hann tók yvir í fíggjarmálaráðnum, umsat løgmaður, Bárður á Steig Nielsen málið, og avtalað var at hann skuldi halda á, til tað málið var komið upp á pláss..

Løgmaður vil ikki gera nakra viðmerking til málið, tí, sum hann sigur, at bankin er skrásettur á keypsskálanum. Hann sigur bara, at høvuðspartaeigararnir hava tosað saman um málið.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527