Argjamaður í Litava hýsir flóttafólki úr Ukraina

10.03.2022 - 13:26
InnlendisSamfelag
Argjamaður í Litava hýsir flóttafólki úr Ukraina
Jóannes Hansen hevur virkað í Litava og grannalondunum í umleið 30 ár
Jóannes Hansen er ættaður av Argjum, men hevur í 30 ár virkað og búð í Litava.

Fleiri milliónir fólk flýggja úr Ukraina í hesum døgum.

Fleiri enn tvær milliónir flóttafólk eru skrásett at vera farin úr Ukraina, meðan enn fleiri flýggja inni í landinum. Og tað ávirkar londini kring Ukraina sera nógv.

Eitt nú í Litava er stríður streymur av flóttafólki úr Ukraina, og sambært Jóannesi Hansen av Argjum, sum hevur virkað í Litava og grannalondunum í skjótt 30 ár, er hjálp at heinta hjá flóttafólkunum kring alt landið.

Í býnum, har Jóannes Hansen virkar og hevur sína egnu fyritøku, eru eisini flóttafólk í hesum døgum. Jóannes hevur gjøgnum sína fyritøku, har 250 fólk starvast, tikið ímóti fleiri flóttafólkum, og hýsir teimum í dag í litavska býnum Plunge.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Jóannes Hansen, sum býr og hevur fyritøku í Litava, hýsir eisini flóttafólki úr Ukraina. (Mynd: Jóannes Hansen)

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172