ES-ráðharrar viðgera flóttafólkastreymin úr Ukraina

bannari
ES-ráðharrar viðgera flóttafólkastreymin úr Ukraina
Danski ráðharrin í útlendinga- og integrasjónsmálum ávarar fólk ímóti at fara til ukrainska markið av sínum eintingum eftir flóttafólki
Flóttafólkastreymurin úr Ukraina er á breddanum í ES í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2022 - 15:23

ES-ráðharrar hittast seinnapartin at tosa um vaksandi flóttafólkastreymin úr krígsherjaða Ukraina. 

Undan fundinum segði Mattias Tesfaye, sum er danskur ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum, at tað er serliga spurningurin um, hvussu flutningsleiðin hjá flóttafólkunum kann tryggjast.

Mattias Tesfaye ávarar enn einaferð ímóti, at fólk fara til ukrainska markið at taka ímóti flóttafólki, tí tá er trupult at fylgja við, hvar flóttafólkini enda. 

- Vit síggja fyrstu dømini um, at kvinnur verða tiknar við markið, og seldar til skøkjuvirksemi, og vit síggja børn, sum enda har børn als ikki skulu vera, sigur Tesfaye við danska kringvarpið:

 

1518066

 


Mattias Tesfaye er ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum í Danmark. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439