Vil hava Suðuroyartunnilin aftur á breddan

14.03.2022 - 17:59
InnlendisPolitikkur
Vil hava Suðuroyartunnilin aftur á breddan
Sirið Stenberg hevur lagt fram uppskot til samtyktar
Sirið Stenberg, løgtingskvinna, vil hava Una Rasmussen, landsstýrismann í samferðslumálum, at leggja øll neyðug uppskot fyri tingið um undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Sirið Stenberg, tingkvinna í Tjóðveldi, vil hava málið um Suðuroyartunnilin aftur á breddan.

Hon heldur, at lítið hevur verið at hoyrt um Suðuroyartunnilin, síðani Landsverk leggja nýggja kostnaðarmeting fram í heyst.

Landsverk metir, at tunnilin fer at kosta 5,4 milliardir kr.

Sirið Stenberg skjýtur upp, løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram øll neyðug lógaruppskot um undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117