Frágreiðing: Alingin í Noregi dálkar líka sum tíggjutals milliónir fólk

Frágreiðing: Alingin í Noregi dálkar líka sum tíggjutals milliónir fólk
Skarn frá fiski hevur ikki somu tarmbakteriur sum frá menniskjum, so vandin fyri at gerast sjúkur er minni, men útlátið økir um vandan fyri eitt nú algum
Savnsmynd
 
05.05.2026 - 11:27

Køvievni, nitrogen, frá norsku fiskaalingini dálkar norskar firðir og strendur nærum líka nógv, sum at spillvatn frá tíggjutals milliónum fólkum hvørt ár fer beinleiðis á sjógv, vísir frágreiðing frá privatu miðstøðini Sunstone Institute, skrivar The Guardian.

Skarn frá fiski hevur ikki somu tarmbakteriur sum frá menniskjum, so vandin fyri at gerast sjúkur er minni, men útlátið økir um vandan fyri, at algur blóma og at súrevnisstigið í sjónum minkar.

LES EISINI: Norwegian fish farms polluting fjords with waste likened to ‘raw sewage of millions of people’

Fiskaaling er týdningarmesta keldan til køvievni, nitrogen, og onnur føðsluevni í sjónum. 

Men landbúnaður, kloakk og ídnaður stuðla eisini, skrivar The Guardian.

- Øll matvøruframleiðsla setur spor í umhvørvið, og vit arbeiða áhaldandi við at gera tað fótasporið so lítið sum gjørligt, sigur Krister Hoaas, politikk- og samskiftisleiðari hjá Sjømat Norge, við norska miðilin VG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672