Landsrætturin staðfesti dóm um barnapornografi og siðamisbrot

23.03.2022 - 13:37
InnlendisSamfelag
Landsrætturin staðfesti dóm um barnapornografi og siðamisbrot
Ein 32 ára gamal maður er dømdur eitt ár og níggju mánaðir fongsulsrevsing
Landsrætturin staðfesti dómin í Føroya rætti.

Eystari landsrættur staðfesti í dag dómin hjá Føroya rætti í einum máli um neyðtøku, siðamisbrot, blúnisbrot og barnapornografiskt tilfar.

Talan er um ein 32 ára gamlan mann, sum var ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar, fyri at hava neyðtikið dóttur sína og fyri at hava framt blúnisbrot móti dóttrini og eini aðari gentu.

Føroya rættur dømdi í oktober í fyrraárið mannin eitt ár og níggju mánaðir fongsul fyri siðamisbrot, blúnisbrot og fyri barnapornografiska tilfarið, men fríkendi hann fyri at hava neyðtikið dóttrina, sum var yngri enn 12 ár.

Ákæruvaldið kærdi dómin.

Hoyr samrøðu við Katrina Thorsvig Hansen, sum er høvuðsákæri, í útvarpstíðindunum.

 

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360