Flestu rættingar eru gjørdar hjá stórum fyritøkum

24.03.2022 - 12:20
InnlendisSamfelag
Flestu rættingar eru gjørdar hjá stórum fyritøkum
251 mió. kr. vóru ikki givnar upp í skatti í fjør, og tað hevur við sær, at landskassin fær 59 mió. kr. meira í skatti
Eyðun Mørkøre er stjóri í TAKS
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

TAKS er komið eftir, at 251 milliónur krónur ikki vóru givnar upp í skatti í fjør.

Talan er í stóran mun um stórar rættingar hjá størri fyritøkum.

Hetta er størsta upphædd, sum TAKS higartil hevur funnið við síni eftirlitskanning av sjálvuppgávum og skattaroknskapum hjá fyritøkum.

Við hesi upphædd fær landskassin umleið 59 milliónur krónur meira inn í skatti.

Hoyr samrøðu við Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615