Føroyingar fáa talgilt koyrikort

02.04.2022 - 12:48
Innlendis
Føroyingar fáa talgilt koyrikort
Um eitt lítið ár verður tað væntandi møguligt hjá føroyingum at fáa sær talgilt koyrikort og talgilt borgarakort
Nicolai Mohr Balle er verkætlarastjóri í Talgildu Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað kostar einum bilførara 700 krónur í sekt, um hann verður tikin av løgregluni og ikki hevur koyrikortið við í bilinum. Men innan eitt ár verður tað væntandi møguligt hjá føroyingum at fáa sær talgilt koyrikort. Fígging er fingin til vega, so nú kann arbeiðið loksins byrja, sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

Í løtuni sigur lógin greitt, at bilførarar skulu vísa fysiska koyrikortið, tá ið politiið biður um hetta. Men ein broyting í grein 18 í ferðslulógini fer at loyva fólki at brúka talgilt koyrikort ístaðin. 

Tað er Talgildu Føroyar, sum hava ment samleikan og vangan, men talgilda koyrikortið og borgarakortið verða tó ikki partur av Vanganum.

Á fíggjarlógini fyri 2022 var nakað av peningi settur av til at menna tað talgilda koyrikortið. Men tá tað kom til stykkis, var fíggingin tikin av aftur fíggjarlógini. Hetta ávirkar tó ikki verkætlanina, sigur Nicolai Mohr Balle.

Hoyr verkætlanarstjóran greiða frá nýggja talgilta koyrikortinum og borgarakortinum í innslagnum.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807