Kanning: Fríkirkjugangarar fóru online, tá korona stongdi samkomurnar

02.04.2022 - 23:34
LívsstílurÁtrúnaður
Kanning: Fríkirkjugangarar fóru online, tá korona stongdi samkomurnar
Okkurt bendir á, at andaligi vanin hjá fríkirkjufólki var lítið ávirkaður, tá korona fyri tveimum árum síðani stongdi samkomurnar
Hallgerð Akustein, samkomuleiðari í Soli Deo Gloria, fór á netið at tala, tá korona stongdi samkomurnar. Hon hevur kannað andaligu vanarnar hjá fríkirkjufólki, meðan korona herjaði.
Mynd: SDG Media (youtube.com)  

Tað kann væl vera, at stólarnir stóðu tómir í samkomunum, meðan korona herjaði.

Men tað merkir ikki, at andaliga virksemið steðgaði upp.

Tvørtur ímóti.

Samkomurnar skipaðu ístaðin fyri møtum á netinum; og sambært spurnarkanning var uppmøtingin eins góð og til vanligu møtini, áðrenn korona rakti.

Kanningina hevur Hallgerð Akurstein, samkomuleiðari í Soli Deo Gloria í Klaksvík, gjørt í samband við eina masterútbúgving, hon tekur á Wheaton College í USA innan leiðslu og evangeliskum arbeiði.

Bóðu og lósu meira

Í kanningin vórðu spurdir155 limir í 10 ymiskum fríkirkjum um andaligu vanarnir áðrenn og aftaná korona stongdi samfelagið - og harvið eisini samkomurnar - á vári 2020.

Yvir 80 % av teimum spurdu søgdu, at tey - eins og áðrenn korona - vóru til í minsta lagi eitt møtu um vikuna.

Kanningin vísir eisini, at fólk bæði bóðu meira og lósu meira úr bíbliuni, eftir at samfelag varð stongt.

Orsøkin er, at fólk knappliga høvdu meira tíð, sigur Hallgerð Akurstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132