200 ukrainsk flóttafólk verða roknað sum føroyingar

06.04.2022 - 13:04
Innlendis›Politikkur
200 ukrainsk flóttafólk verða roknað sum føroyingar
Løgtingið viðger uppskotið um ríkislógartilmæli í dag
Magnus Rasmussen er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. Hann eigur uppskotið um ríkislógatilmæli, sum er til viðgerðar í tinginum í dag.

Upp í 200 flóttafólk úr Ukraina fáa nú serstakt og fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum í tvey ár.

Tað stendur í uppskotinum til ríkislógartilmælið, sum løgtingið fer at viðgera í dag.

Hoyr samrøðu við Magnus Rasmussen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum.

Enn er onki samlað yvirlit yvir ukrainsk flóttafólk í Føroyum, tí enn eru tey at meta sum ferðafólk, siga tey á Útlendingastovuni.

Hjá Reyða Krossi í Føroyum hava tey heldur einki fullfíggjað yvirlit, men tey vita um umleið 40 fólk úr Ukraina, sum eru komin til Føroya, síðani kríggi byrjaði 24. februar.

Uppskotið til ríkislógartilmæli kemur til viðgerðar á tingfundinum, sum byrjar nú kl. 13, og tingið hevur longu samtykt at víkja frá tíðarfreistunum í hesum málinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687