Burturvið at spara í umlættingini

08.04.2022 - 10:53
InnlendisSamfelag
Burturvið at spara í umlættingini
Tað fellur Sigrið Sivertsen, sum er mamma fjølbrekaðu Sóley, fyri bróstið, at sparingar í Almannaverkinum m.a. raka umlættingina
Sigrið Sivretsen og dóttirin Sóley, sum býr heima hjá foreldrunum.

Trivnaðartænastan í Almannaverkinum er undir stórum trýsti, nú Almannaverkið er farið undir at spara.

Sambært fíggjarlógini í ár skal Almannaverkið spara 5,2 mió krónur í trivnaðartænastuni, og sparingarnar raka m.a. umlættingina.

Tað fellur Sigrið Sivertsen fyri bróstið.

Hon er mamma skjótt 38 ára gomlu Sóley, sum er fjølbrekað, og býr heima hjá foreldrunum.

Sparingin fer at raka nógvar familjur meint, sigur Sigrið Sivertsen.

Hoyr innslag í útvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360