FNU: Hiddenfjord hevur gjørt ov lítið

20.04.2022 - 12:51
InnlendisUmhvørvi
FNU: Hiddenfjord hevur gjørt ov lítið
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag finst at Hiddenfjord fyri ikki at hava gjørt nóg mikið, fyri at flutt vrakið av Hellitanga burtur
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Soleiðis sær vrakið av Hellutanga út í dag
Mynd: FNU  

Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, metir ikki, at Hiddenfjord hevur gjørt nóg nógv fyri at fáa vrakið flutt, nú eitt ár er farið, síðani Hellutangi sleit og fór á land.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið um Hellutanga, men sigur í stuttari viðmerking, at arbeitt verður við at fáa Hellutanga tiknan burtur.

Men Atli Gregersen vil onki siga um nakra tíðarætlan fyri arbeiðið.

 

FNU mótmælti

Tá ið tað í 2018 kom fram, at ætlanir vóru um at fara at ala á Víkum, so mælti FNU staðiliga frá tí.

Mótmælisskriv vórðu send myndugleikunum, og skipað varð fyri fólkafundi.

"Tá vit ongantíð ynsktu fóðurflakan ella alingarvirkesmi á Víkum, so kunnu vit ikki góðtaka annað enn at flakin verður tikin burtur," sigur Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118