Jenis av Rana: Føroyar bíða eftir Noreg

bannari
20.04.2022 - 14:52
Innlendis›Politikkur
Jenis av Rana: Føroyar bíða eftir Noreg
Í morgin tekur Noreg støðu til, um eitt bann fyri russiskum fiskiskipum skal setast í gildið. Føroyar bíða eftir norsku niðurstøðuni, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Bannar Noreg russiskum fiskiskipum at liggja við kaj í landinum, so gera Føroyar tað sama
Mynd: savnsmynd  

Svarið frá ES gav onga greiða niðurstøðu, um russisk fiskiskip undir Føroyum eru fevnd av revsitiltøkunum. Noreg fer væntandi í morgin at taka støðu til, um havnirnar skulu stongjast fyri russisku fiskiskipum. 

Føroyar fara at taka støðu, tá norsku mynduleikarnir hava boða frá sínari støðu.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

16. april kom bannið í gildið, sum steðgar russiskum skipum í at koma inn í havnir í ES-londum.

Undantøk eru tó, eitt nú fyri skip, sum flyta olju og gass, matvørður og neyðsynjarvørður.

 

Landsstýrið fylgir ES og Noreg

Landsstýrið hevur boða frá, at Føroyar fara at fylgja revsitiltøkunum hjá ES. Ivi hevur verið um, hvørt fiskiskip eru fevnd av undantøkunum í nýggjastu revsitiltøkunum hjá ES.

Uttanríkisráðið hevur biðið ES útgreina bannið, og svarið frá ES er ikki nóg týðiligt, heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Noreg fer væntandi í morgin at taka støðu um eitt bann fyri russiskum fiskiskipum skal setast í gildið. Føroyar fer at bíða við at taka støðu, til Noreg hevur eina niðurstøðu klára.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329